Skulu svara semingsuppskotinum í dag

Skulu svara semingsuppskotinum í dag
Klokkan 13 í dag skulu reiðarafelagið og manningarfeløgini svara semingsuppskotinum, sum varð lagt fyri partanar leygardagin.
 
08.04.2019 - 06:05

Sáttmálin millum patarnar fór úr gildi 1.apríl.

Semingsstovnurin varð boðsendur 28. mars, og hann útsetti eitt møguligt verkfall í eina viku, til á midnátt í kvøld. 

Semingsstovnurin legði um níggju-tíðina leygarkvøldið eitt semingsuppskot fyri Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið. 

Partarnir skulu í seinasta lagi klokkan 13 í dag svara, um tey góðtaka ella vraka semignsuppskotið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858