Fleiri avhoyringar eftir at gera

Fleiri avhoyringar eftir at gera
Men avhoyring av 20 ára gomlu kvinnuni, sum er skuldsett fyri eldáseting, er liðug, sigur Heri Andreassen, leiðari fyri kriminaldeildini
 
11.04.2019 - 20:05

Tað var seinnapartin í gjár, at boðað varð frá eldi undir Brúnni í Havn. Ein ungur maður í húsinum uppdagaði eldin. 20 ára gamla kvinnan hevði verið uppi á loftinum og sett eld á har.

Kvinnan, sum nú er skuldsett, varð handtikin á staðnum, og hon segði løgregluni beinanvegin, at tað var hon, sum hevði sett eld á. Familja hjá ungu kvinnuni býr í húsinum.

Hon skal persónskannast og mentalkannast, fyri at fáa staðfest, um hon er egnað til at fáa revsing, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585