93 prosent av Eysturoyartunlinum boraður

93 prosent av Eysturoyartunlinum boraður
M.a. tað kom frá á aðalfundinum hjá P/F Sandoyar- og Eysturoyartunlinum ígjár
 
13.04.2019 - 18:30

Á fundinum, sum var í gjár, varð greitt frá virkseminum hjá felagnum seinasta árið, og ársfrágreiðing varð løgd fram. Nevndin varð afturvald.

Í nevndini eru: Bergur Poulsen, formaður, Marita S. Hentze, næstforkvinna og Gudmund Mortensen og Uni Danielsen eru nevndarlimir.

Eysturoyartunnilin er nú komin so langt, at eftir ætlan verður sprongt ígjøgnum móti Rókini í mai og millum Eysturoynna og Streymoynna í juni.

Hetta merkir, at í dag er tilsamans 93 prosent av tunlinum boraður, síðani byrjað varð at bora í 2017. Koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin í desember 2020, skrivar Samferðslumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802