Staðfestir avgerðina hjá friðingarmynduleikunum

Staðfestir avgerðina hjá friðingarmynduleikunum
Yvirfriðingarnevndin staðfestir avgerðina hjá lokalu friðingarnevndini
 
13.04.2019 - 12:13

Yvirfriðingarnevndin staðfestur avgerðini hjá lokalu friðingarmynduleikunum um alingina á Víkum á Vágoynni.

Nógv rumbul hevur verið um økið, tí laksaaling skal vera á Víkum. Føroya Náttúru og umhvørvisfelag kærdi avgerðina um at geva loyvi at ala á Víkum.

Friðingarnevndin fyri Vága sýslu umrøddi málið, men av tí at kæran snúði seg um aling á sjónum, valdi nevndin at leggja málið fyri yvirfriðingarnevndina, tí friðingarnevndin fyri Vága sýslu metti sítt virksemi bert at vera um friðing á landi, og ikki á sjónum.

Mest sum alt er longu friðað

Yvirfriðingarnevndin sigur í niðurstøðu sínari, at at kalla alt økið, ið biðið verður um at friða, er hagi, ið longu er friðaður.

"Overfredningsnævnet tiltræder derfor det lokale naturfredningsnævns vurdering av, at området allerede er beskyttet...." stendur í avgerðini.

Eisini sigur Yvirfriðingarnevndin, at økið, ið biðið verður um at fáa friðað er so stórt, at rættast er, at friðingarumbønin er ein partur av samlaðari og yvirskipaðari ætlan fyri alt landið, og vísir til nýggju Margfeldislógina, ið væntandi kemur í gildi 1. januar.

Yvirfriðingarnevndin staðfestir harvið avgerðina, ið lokala friðingarnevndin tók 28. september 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691