Prógv og aldursmark til vatnskutarar

Prógv og aldursmark til vatnskutarar
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur gjørt nýtt uppskot um krøv til sigling á motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir fýra metrar
Nýtt uppskor er gjørt um kunngerð um vatnskutarar
 
15.04.2019 - 13:06

Kunngerðin verður vanliga rópt vatnskutarakunngerðin. Uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, kemur í staðin fyri tvey uppskot, sum vóru send til hoyringar í juli í fjør.

Tá vóru nógvar viðmerkingar um uppskotini. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lurtað eftir nógvum teirra og hevur gjørt eitt nýtt uppskot um kunngerð.

Aldursmarkið er 16 ár

Hoyringarfreistin er til fríggjadagin 3. mai. Sambært uppskotinum krevst prógv til at føra vatnskutara. Aldursmarkið er 16 ár. 

Kravið um føraraprógv kemur í gildi 1. januar 2021. Ikki er loyvt at sigla við vatnskutara í myrkri ella mjørka.

Tó eru bjargingar ella bjargingarvenjingar undantiknar. Í uppskotinum um nýggja vatnskutarakunngerð eru ongar ásetingar um ferð og fjarstøðu úr landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584