LS bað um góðar 28 milliónir, fekk 14 í eykajáttan

17.04.2019 - 12:37
AktueltHeilsa
LS bað um góðar 28 milliónir, fekk 14 í eykajáttan
Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri góðum 28,5 milliónum krónum í eykajáttan nú, skal verandi virksemi hjá sjúkrahúsinum halda fram 
Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri fleiri pengum
 

Men í eykajáttanaruppskotinum frá landsstýrinum, sum nú er í løgtinginum, og skal til fyrstu viðgerð um eina viku, eru 14 milliónir.

Harafturat eru 15 milliónir krónur til serviðgerðir uttanlands í uppskotinum um eykajáttan.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur kortini, at Landssjúkrahúsið hevur fingið tað, sum biðið varð um. Og eingin sparing verður gjørd í ár, sigur hon.

Við og uttan serviðgerðir

Landsstýrið hevur tikið serviðgerðir uttanlands við í umbønina hjá Landssjúkrahúsinum og kemur tí til 29 milliónir krónur í eykajáttan. Men serviðgerðir uttanlands eru ikki við í teimum góðu 28,5 milliónunum, sum Landssjúkrahúsið bað um til raksturin.

Í skrivi til Heilsu- og Innlendismálaráðið 22. mars sigur Landssjúkrahúsið, at metingin í løtuni er 7,9 milliónir krónur til serviðgerðir uttanlands.

Sum skilst er seinasta uppgerðin, ella rokningin, fyri 2018 ikki komin frá Region Hovedstaden enn. Og enn hevur Landssjúkrahúsið onga rokning fingið fyri 2019. Region Hovedstaden hevur boðað frá, at eingin rokning kemur fyrr enn í fyrsta lagi í summar.

Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at fæst ikki eykajáttan, góðar 28,5 milliónir krónur, til grundaraksturin, fær tað sera neiligar avleiðingar, serliga fyri sjúklingin og eisini fyri tilgongdina at sameina sjúkrahúsverkið.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. januar
Breddin
119145
Týsdag 19. januar
Óhoyrt
119143
Týsdag 19. januar
Tempo
119133
Týsdag 19. januar
Góðan morgun Føroyar 19.01.2021
119121
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. januar
3-2
119108
Sunnudag 17. januar
Andakt við Jens Bech
119046
Sunnudag 17. januar
Guðstænasta í kirkjuni við Norðskála
119037
Mikudag 13. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2020
118890