Fleiri flúgva við SAS á føroyaleiðini

Fleiri flúgva við SAS á føroyaleiðini
Tað merkist nú á søluni hjá SAS, at flogfelagið í vetur fekk góðkenning, at brúka RNP-innflúgvingartøknina
Tað merkist nú á søluni hjá SAS á føroyaleiðini, at flogfelagið í vetur fekk góðkenning, at brúka RNP-innflúgvingarskipanina
 
18.04.2019 - 16:24

 Vit hava merkt ein vaksandi áhuga fyri føroyaleiðini, síðani vit fingu góðkenning, at brúka RNP-tøknina, sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS.

Tað hevur onkuntíð verið langt ímillum tey - ferðafólkini á føroyaleiðini, ið heldur hava sett seg í flogførini hjá SAS enn hjá kappingarneytanum, Atlantic Airways.

Meðan flogførini hjá SAS stundum hava verið meira tóm enn full á føroyaleiðini, síðani felagið byrjaði flúgvingina fyri tveimum árum síðani, broytist hetta nú so líðandi.

Selja fleiri ferðaseðlar nú

Føroyingar hava annars aftrað seg við at flúgva við SAS á føroyaleiðini, tí flogfelagið hevur avlýst fleiri túrar, tá flogførini ikki fingu sett seg í Vágum.

 Vit seldu fleiri ferðaseðlar beinanvegin, tá vit fingu góðkenning at brúka RNP-tøknina í Føroyum, sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS.

Í vetur fekk flogfelagið, SAS, góðkenning, at brúka innflúgvingarskipanina RNP. Hetta merkja tey nú eisini væl hjá skandinaviska flogfelagnum.

Heystið og veturin ein avbjóðing

Í løtuni flýgur SAS fýra túrar á føroyaleiðini um vikuna. Flogfelagið ætlar kortini at hækka túratalið í summar, tá summarferðaætlanin kemur í gildi.

Enn er ikki greitt, hvussu nógvar túrar flogfelagið fer at flúgva til og úr Føroyum, tá summarflúgvingin er av, sigur kunningarstjórin hjá SAS.

 Vit vóna, at selja fleiri ferðaseðlar á føroyaleiðini tá heystið og veturin koma, tí tað er serliga tá, vit hava avbjóðingar, sigur Mariam Skovfoged.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584