Fleyr vann 3-2 á SÍ

Fleyr vann 3-2 á SÍ
Fleyr hevur munin undan seinnu kvinnufinaluni í flogbólti, sum verður páskaaftan
 
19.04.2019 - 14:10

Skírisdag vóru fyrru finalurnar í flogbólti leiktar í Stórhøllini á Hálsi í Havn.

Hjá kvinnunum vóru tað Fleyr og SÍ, sum høvdu leikt seg í finaluna.

Fleyr var klárt sterkasta liðið í fyrsta parti av landskappingini, men sum endin av kappingarárinum nærkaðist, gjørdist SÍ ein alsamt størri hóttan móti verandi føroyameistarum. Eitt skifti yvirtóku sørvágskvinnur eisini oddasessin í kappingini.

Tá avtornaði var Fleyr tó ovast í landskappingini, tá grundspælið var liðugt, og tað var eisini endin av fyrra finaluni, tá hon varð leikt í gjár. Men tað skuldu fimm spennandi sett til, áðrenn dysturin koppaði til fyrimuns fyri Fleyr.

SÍ byrjaði best og vann 1. sett, men Fleyr kom aftur íaftur beinanvegin. Í triðja setti sá einki út hjá Fleyr í byrjanini, men eisini tá fótaði liðið sær, og við eitt sá út til, at føroyameistararnir fóru at leggja seg á odda. Men so raknaði SÍ við aftur og tær stríddu seg til sigur í triðja setti, sum endaði 30-28.

Tey bæði næstu settini vann Fleyr, sum tí eisini vann fyrra finaludystin. Tað seinasta settið, sum annars verður spælt upp í 15, endaði 21-19. Tað skulu vera tvey stig á muni, tá settið endar, og tað hendi ikki fyrr enn Fleyr kom upp á 21 stig. Settúrslitini í dystinum vóru annars: 23-25, 25-20, 28-30, 25-23 og 21-19.

Enn er tó einki avgjørt um, hvør vinnur meistaraheitið. SÍ hevur ein kjans afturat í morgin, páskaaftan, og vinna tær hann, skal alt avgerast við einum gyltum setti, har tað verður spælt upp til 15.

Dysturin hjá kvinnum páskaaftan byrjar klokkan 17, og verður stroymdur á heimasíðuni hjá KvF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628