Veðurlagsbroytingar eiga at fylla meira

Veðurlagsbroytingar eiga at fylla meira
- Tær eru millum størstu hóttanirnar móti danska búskapinum, sigur Michael Svarer við Danmarks Radio
 
19.04.2019 - 11:45

Støddin á landinum er ikki avgerandi fyri, um eitt land eigur at gera nakað við hóttandi veðurlagsbroytingarnar, sum liggja fyri framman, ella ikki.

Tað sigur Michael Svarer, sum umframt at vera professari í búskapi við lærda háskúlan í Aarhus, eisini er formaður í danska búskaparráðnum, við Danmarks Radio.

Í grein, sum stendur at lesa á dr.dk verður hann endurgivin fyri at siga, at sjálvt um Danmark er eitt elalítið land í heimsumfatandi veðurlagshøpinum, so eigur Danmark at ganga á odda fyri at gera nakað við upphitingina av jørðini.

- Tað er tørvur á, at vit gera nkaað í heimshøpi, og tað er eisini tørvur á, at vit gera nakað í Danmark. Vit hava nakrar skilagóðar skyldur mótvegis ES og tær skulu vit liva upp til, og tað skulu vit gera samfelagsliga skilagott, sigur Michael Svarer.

Tí mælir hann til, at veðurlagsbroytingarnar skulu longur upp á listan yvir evnir, sum kjakast skal um í samband við fólkatingsvalið, sum stendur fyri durum.

- Veðurlagið eru ein av størstu hóttanunum móti danska búskapinum. Veðurlagið er ein avbjóðing fyri heimsbúskapin og samfelagið sum heild, og CO2-útlátið og jarðarhitin økist alt ov skjótt, sigur hann við dr.dk.

Formaðurin í danska búskaparráðnum slær fast, at tað er uppgávan hjá politisku skipanini at raðfesta, hvørji stig skulu takast fyrst, men hann mælir til, at byrjað verður har, sum lættast er at sleppa framat. Sambært Michael Svarer er tað í landbúnaðinum.

- Hyggja vit at, hvat er bíligast, so skulu vit hyggja eftir landbúnaðinum, til dømis í samband við flutning, sum longu er regulerað rættiliga nógv. Í landbúnaðinum skulu vit eisini minkað nýtsluna og útlátið av køvievni, og tá vit gera tað, lækkar vakstrarhúsútlátið av sær sjálvum. Tað vil siga, at tað er ein samfelagsbúskaparligur vinningur í at gera nakað við vakstarhúsútlátið í landbúnaðinum, sigur hann.

Í hesum valskeiðnum hevur verið tosað nógv um útlátið frá flutningsídnaðinum, og nú verður arbeitt fram ímóti at steðga søluni av bensin- og dieselbilum í 2030, og ein andstøðuflokkur hevur kravt, at bensinprísurin skal hækkast við 69 oyrum. Samstundis hevur landbúnaðurin sjálvur fingið ábyrgdina av at lækka sítt útlát, uttan at tað hevur eydnast, og tí heldur Michael Svarer, at politikararnir eiga at gera nakað við landbúnaðarøkið, og bíða við bilunum eina tíð.

- Samfelagsbúskaparliga eru bilarnir longu undir strongum reglum, serliga fólkaflutningurin, og tí verður ein eyka lækking dýrari at røkka samfelagsbúskaparliga. So sæð ígjøgnum tær brillurnar eru grundgevingarnar fyri at hyggja at landbúnaðinum góðar og tað eru tær eisini fyri at hyggja at øðrum sektorum, sigur formaðurin í danska búskaparráðnum við dr.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887