Allar upplýsingar ikki tøkar

Allar upplýsingar ikki tøkar
Samskifti millum stjórar og leiðlsu er í fleiri førum ikki journaliserað, hóast tað átti at vera journaliserað, staðfestir Landsgranskoðarin
 
20.04.2019 - 10:19

Vandi er fyri at týðandi upplýsingar ikki eru tøkar í málinum um Marknagilsdepilin, tí samskiftið millum leiðandi starvsfólk og stjórar í fleiri førum ikki er journaliserað, hóast tað átti at verið journaliserað.

Tað skrivar landsgranskoðarin millum annað í síni frágreiðing um Glasir, sum var almannakunngjørd síðsta fríggjadag.

Um samskiftið ikki verður journaliserað kunnu týðandi upplýsingar liggja í teldupostkassum hjá starvsfólki, sum ikki eru í starvi longur. 

Er talan um stjórar, kann tað vera sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at fáa fatur á tílíkum skjalatilfari, skrivar landsgranskoðarin, sum heldur at talan í stóran mun er um vantandi virðing fyri fyrisitingarreglum og journalreglum. 

Sum heild hevur verið torført at hildið avtalur millum Landsverk og Mentamálaráðið, stendur í frágreiðingini hjá landsgranskoðaranum. 

Sum dømi tekur hon, at tað tíðliga i viðgerðini av skúladeplinum í Marknagili var ætlanin at greiðir karmar skuldu gerast um stýringina av verkætlanini. Tí gjørdi Mentamálaráðið eitt upprit til landsstýrisamannin í 2010, sum byggiverkætlanin skuldi stýrast eftir.

Men stovnarnir hildu seg ikki til tað, sum varð avtalað.

Ætlanin var til dømis, at verkætlanin skuldi stýrast av einum stýrisbólki, einum politiskum fylgibólki og einum samstarvsbólki. 

Í stýrisbólkinum skuldi leiðslan í Mentamálaráðnum og Landsverki vera, og í samstarvsbólkinum skuldu limirnir í stýrisbólkinum umframt landsstýrismaðurin í mentamálum og leiðslan í Tórshavnar Kommunu vera.

Sum fráleið runnu stýrisbólkur og samstarvsbólkur saman og seinni í verkætlanarskeiðinum vórðu stýrisbólkafundir partur av regluligu samstarvsfundunum sum Landsverk og Mentamálaráðið høvdu um allar byggiverkætlanir hjá ráðnum.

Eisini persónsamansetingin í bólkunum varð broytt. 

Politiski fylgibólkurin hevur ongantíð verið serliga virkin, staðfestir landsgranskoðarin. 

Í sama viðfangi nevnir Landsgranskoðarin at Landsverk gjørdi eitt uppskot til ábyrgdar-, heimildar- og arbeiðsbýtið millum aðalráðið og Landsverk í 2012, sum ongantíð varð sett í verk. 

Í 2017 - fimm ár seinni sendi Landsverk Samferðslumálaráðnum eitt uppskot til "leiðreglur fyri samskifti og kunning til aðalráðini við Landsverki sum byggiharra" og sendi samstundis eitt dagført eintak av samstarvsavtaluni frá 2012.

Men heldur ikki ta ferðina var nøkur avtalað undirskrivað ella sett í gildi staðfestir Landsgranskoðarin. 

At enda viðmerkir hon, at aðalráðini á nógvum øðrum førum leggja samstarvið um ábyrgd og samskifti í formaliseraðar avtalur og at tað ber til at hava eitt útgangsstøði fyri samstarvi sum kann viðgerast og fáast at virka optimalt, um viðurskiftini eru formaliserða við eini avtalu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012