Fleyr er føroyameistari

Fleyr er føroyameistari
Neyðugt varð við fimm settum í flogbóltsfinaluni hjá kvinnum
 
20.04.2019 - 20:07

Fleyr er aftur í ár føroyameistari í kvinnuflogbólti.

Fyri løtu síðan vunnu tær 3-2 á SÍ í sera spennandi finalu.

Settúrslitini vóru 23-25,25-23,25-23,29-31 og 15-11.

Sostatt vann Fleyr báðar finalurnar. Fyrra finalan, sum varð spæld skírisdag endaði eisini við 3-2 sigri til Fleyr.

Hetta er annað árið á rað, at Fleyr vinnur FM í kvinnuflogbólti.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Nýggjastu sendingar í SV