Føroyameistararnir skulu finnast seinnapartin

20.04.2019 - 13:56
Ítróttur
Føroyameistararnir skulu finnast seinnapartin
Seinnu FM-finalurnar í landskappingini í flogbólti verða spældar seinnapartin, og Mjølnir hjá monnum og Fleyr hjá kvinnum hava góð kort á hondini
Mjølnir og Fleyr spæla klokkan 15.00
 

Seinnu FM-finalurnar í flogbólti verða spældar í høllini á Hálsi seinnapartin í dag.

Menninir leggja fyri. Dysturin millum Mjølnir og Fleyr byrjar klokkan 15.00, meðan kvinnudysturin millum Fleyr og SÍ byrjar klokkan 17.00.

Báðar finalurnar vera stroymdar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Hjá kvinnunum hevur Fleyr besta møguleikan at gerast føroyameistari eftir at fyrru finalurnar vóru leiktar á Hálsi seinnapartin skírisdag.

Tá vann Havnaliðið 3-2 á SÍ í einum drúgvum og spennandi dysti.

SÍ vann fyrsta og triðja sett, meðan Fleyr vann annað og fjórða. Tí mátti fimta og avgerandi settið takast í brúk. Tað vann Fleyr, sum tí eisini vann dystin 3-2. 

Hjá monnum hevur Mjølnir bestu kortini á hondini til at gerast føroyameistarar.

Skírisdag vann Mjølnir fyrru finaluna ímóti Fleyr við trimum settum móti einum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Morgunlestur hósdagur 24. september 2020
113638
Mikudag 23. september
Breddin
113863
Mikudag 23. september
Nón 23. september 2020
113860
Mikudag 23. september
Góðan morgun Føroyar 23.09.2020
113837
Mikudag 23. september
Morgunlestur mikudagur 23. september 2020
113643
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Drúgt sjónvarp
113851
Mikudag 23. september
Myndir fyri sologuitar eftir Kára Bæk
113720
Týsdag 22. september
Fótbóltur: Føroyar - Hvítarussland
113812
Mánadag 21. september
3-2
113751
Mánadag 21. september
Fridtjof 100 ár
113746