Portugal ynskir sær flóttafólk

Portugal ynskir sær flóttafólk
 
21.04.2019 - 11:12

Ímeðan fleiri ES-lond royna at avmarka talið av flóttafólkum, ynskja tey í Portugal sær hinvegin fleiri.

Orsøkin er, at Portugal tørvar arbeiðsmegi. Í løtuni er iberiska landið í tingingum við Grikkaland, um at fáa 1000 flóttafólk afturat til landið.

- Í Portugal gerast íbúgvarnir alsamt eldri og okkum tørvar nýggja arbeiðsmegi. Her virðismeta vit arbeiðararnar úr Afrika, Asia og Eysturevropa, og integratiónin riggar eisini væl her hjá okkum, sigur fíggjamálaráðharrin, Pedro Siza Vieira við TV2.

Í mun til nógv onnur evropeisk lond, hevur Portugal ikki tikið móti nógvum flóttafólkum, ið fyrst og fremst koma úr miðeystir og norðurafrika.

Seinastu árini hevur Portugal tikið ímóti 6000 flóttafólkum, men ynskja sær also fleiri.

Tað er politisk semja í Portugal at taka ímóti fleiri flóttafólkum. Tað er nógv arbeiði í Portugal, serliga innan ferðavinnu. Trupulleikin er, at fólkatalið í Portugal minkar skjótt, serliga talið av fólki í arbeiðsførum aldri.

Við verandi framskriving, fer fólkatali í Portugal at minka úr 10 milliónum og niður í sjey milliónir næstu 40 árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887