H71 svaraði aftur

H71 svaraði aftur
Tað verður neyðugt við einari fimtu og avgerandi finalu fyri at finna føroyameistaran í manshondbólti
 
22.04.2019 - 20:35

Neistin kundi við einum sigri í kvøld blíva føroyameistari, men H71 vildi tað øðrvísi.

H71 vann 30-25 í høllini á Hálsi. 

Neistin var á odda 11-8, tá 21 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki, men hoyvíkingar svaraðu aftur, og í hálvleikinum var javnleikur, 15-15.

H71-spælararnir stríddust væl, tá teir komu út til seinna hálvleik, og tað gingu ikki nógvir minuttir, so vóru teir á odda við trimum málum.

Neistin megnaði ongantíð at fáa fatur á H71-leiðsluni aftur.

Síðstu 15 minuttirnar í seinna hálvleiki skoraðu teir bara trý mál, og teir fingu eisin nógvar dýrar útvísingar, sum H71 gjørdi sær dælt av. 

Tað endaði eisini við, at H71 vann greitt við fimm málum, 30-25.

Neistin-H71 30-25 (15-15)

Hilmar Leon Jakobsen H71 9 mál
Leivur Mortensen H71 8 mál
Tróndur Kragesteen Neistin 7 mál
Rune Olsen Neistin 6 mál

Fimta og avgerandi finalan um føroyameistaraheitið verður í Hoyvíkshøllini leygardagin 27.apríl

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887