Nú eru bara fýra eftir

Nú eru bara fýra eftir
Nú er greitt, hvørji fýra feløg skulu spæla hálvfinalurnar um Løgmanssteypið
 
22.04.2019 - 20:05

KÍ, Víkingur, HB og Skála hava spælt seg í hálvfinalurnar um Løgmanssteypið.

Dysturin ímillum B36 og KÍ bleiv hin mest dramatiski, har neyðugt var við umdysti fyri at finna vinnaran.

B36 var á odda 2-0 í hálvleikinum, men KÍ svaraði aftur, og stutt fyri dystarlok javnaðu klaksvíkingar til 2-2.

Tá spældi KÍ við 11 ímóti 10, tí Brian Jacobsen hjá B36 var blivin útvístur fyri tvey gul kort.

Í umdystinum komu trý mál. Jákup Andreasen skoraði avgerandi málið til 3-4, tá 102 minuttir vóru spældir.

Í hinum trimum dystunum vóru greiðir vinnarar, hóast B71 helt málið reint fyrstu 50 minuttirnar ímóti føroyameistaranum, HB.

Víkingur vann 10-0 á B68. Skála vann 5-1 á TB, og HB vann 4-0 á B71.

B36-KÍ 2-3

08 min. 1-0 Eli Falkvard Nielsen
45 min. 2-0 Brian Jacobsen
66 min. 2-1 Darius Lewis
82 min. reytt kort (2 gul) Brian Jacobsen, B36
89 min. 2-2 Aksel Danielsen
96 min. 2-3 Torbjørn Grytten
100 min. 3-3 Ragnar Samuelsen
102 min. 3-4 Jákup Andreasen

Víkingur-B68 10-0

06 min. 1-0 Heðin Hansen
12 min. 2-0 Gunnar Vatnhamar
14 min. 3-0 Heðin Hansen
24 min. 4-0 Sølvi Vatnhamar
70 min. 5-0 Andreas Lava Olsen
72 min. 6-0 Adeshina Lawal
78 min. 7-0 Heðin Hansen
81 min. 8-0  Dion Splidt
85 min. 9-0 Gert Hansen
88 min. 10-0 Adeshina Lawal

Skála-TB 5-1

05 min. 1-0 Jákup Johansen
36 min. 2-0 Heðin Klakstein
45 min. 3-0 Janus Samuelsen
50 min. 4-0 Jákup Johansen
57 min. 5-0 Janus Samuelsen
81 min 5-1 Stefan Radosavljevic

HB-B71 4-0

50 min. 1-0 Símun Samuelsen
55 min. 2-0 Símun Samuelsen
68 min. 3-0 Símun Samuelsen
80 min. 4-0 Dan í Soylu

Lutakastið um fjórðingsfinalurnar verður í Degi og viku týskvøldið 23.apríl.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 8. og 9.mai.

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 22. og 23. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691