Sjónvarpsmaður vann valið í Ukreina

Sjónvarpsmaður vann valið í Ukreina
Sjónvarpsmaðurin og skemtarin Volodymyr Zelensky vann forsetavalið í Ukreina í gjár
Mynd: UPI  
 
22.04.2019 - 09:45

Ukreinar kundu velja millum sitandi forsetan, Petro Poroschenko, ella nýggja valevni, Volodymyr Zelensky. Zelensky var betur umtóktur og vann valið við heili 73 prosentum av atkvøðunum. Poroshenko, sum  hevur verið forseti síðani 2014, fekk 24 prosent av atkvøðunum.

Zelensky er 41 ára gamal, og hann er best kendur fyri sín leiklut í skemtirøðini Servant of the People. Í sjónvarpsrøðini er hann forseti í Ukreina, og nú verður hann so veruligur forseti í Ukreina.

Meðan valstríð var, helt Zelensky sær frá álvarsligum samrøðum og kjakum um politikk. Nú skal hann so vísa ukreinum, at hann veit nakað um politikk. Hann tekur við sum forseti um ein mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652