Víðgongdir jihadistar handan yvirgang

Víðgongdir jihadistar handan yvirgang
Víðgongdi islamiski felagsskapurin, National Towheed Jamaath, hevur eftir øllum at døma staðið fyri yvirgangsatsóknunum í Sri Lanka í gjár
 
22.04.2019 - 10:51

Tað vóru sjey sjálvmorðsbumbarar frá felagsskapinum National Towheed Jamaath, sum bumbaðu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell, sambært embætisfólkum í Sri Lanka.

Heilsumálaráðharrin í Sri Lanka, Rajitha Senaratne, sigur, at teir sjey yvirgangsmenninir vóru ríkisborgarar í Sri Lanka, sum hava tilknýti til National Towheed Jamaath. Tað skrivar Independent.

 >> SÍ EISINI Yvirgangsatsókn á Sri Lanka

Men eftir øllum at døma hevur islamiski yvirgangsfelagsskapurin fingið hjálp uttanlands. BBC skrivar, at myndugleikarnir í Sri Lanka nú eru sannførdir um, at eitt altjóða netverk hevur stuðlað teimum í yvirganginum.

Talan var um seks bumbuatsóknir, sum raktu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell. Bumburnar brustu undir páskagudstænastunum, har nógv fólk vóru komin saman. Býirnir, sum eru raktir, eru høvuðsstaðurin Colombo, Negombo og Batticaloa.

Higartil er staðfest, at 290 fólk hava latið lív og 500 onnur eru løstað. 24 fólk eru handtikin í sambandi við yvirgangsatsóknirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964