Gerðarrættarmál skal av rakstrinum hjá Landsverki

Gerðarrættarmál skal av rakstrinum hjá Landsverki
Landsverk hevur fingið boð úr Tinganesi um, at gerðarrættarmálið skal rindast av rakstrinum og ikki av játtanini til skúlan, sum hevur verið gjørt
 
25.04.2019 - 10:44

Landsverk hevur fingið boð úr Tingenesi um, at kostnaðurin av gerðarrættarmálinum millum Landsverk og TG-Verk skal rindast av rakstrinum hjá Landsverki og ikki av játtanini til skúladepilin í Marknagili.

Men Landsverk hevur longu tikið umleið 8,5 milliónir av játtanini til Marknagil, og altso ikki av rakstrinum. Tað upplýsir Landsverk fyri Kringvarpinum, sum hevur biðið um innlit í sakarmálskostnaðin.

TG-Verk saksøkti Landsverk í apríl 2016 við einum kravi uppá umleið 75 milliónir krónur, og Landsverk hevur eitt mótkrav, sum ein nýggj meting sigur er umleið 79 milliónir krónur uttan prosessrentur.

Spurningurin stakk seg upp í januar

Tær 8,5 milliónirnar, sum trætan higartil hevur kostað, eru farnar til sokallað sýn-og-meting, tað hevur kostað 3,5 milliónir krónur, og so fimm milliónir til advokat og ráðgevara.

Spurningurin um, hvørjari játtan sakarmálskostnaðurin skal rindast av, stakk seg upp fyrst í januar, tá fyribilsstjórin á Landsverki, Árant Andriasson, spurdi seg fyri hjá Mentamálaráðnum.

Hann vildi vita, um Landsverk hevði heimild til at fara víðari við rættarmálinum móti TG-Verk, eftirsum Mentamálaráðið hevði tikið ræðið av játtanini til miðnámsskúlan í Marknagili.

Aðalstjóri: Gerðarættarmál einki við MRR at gera

Fyribilsstjórin vildi vita, um tað var Landsverk ella landsstýrið, sum skuldi taka avgerð um málið skuldi halda fram. 

 Gerðarrættarmálið hjá Landsverki hevur einki við Mentamálaráðið at gera, var svarið frá Poul Geert Hansen, aðalstjóra. Tað mátti Samferðslumálaráðið taka sær av. 

Men hetta var púra misskilt, helt Rúni Joensen, stjóri í Samferðslumálaráðnum, tí málið er partur av skúlabyggingini, sum Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av. 

 >> SÍ EISINI Fíggjarnevndin viðger Skúladepilin í Marknagili

Endin varð, at bæði ráðini vórðu boðsend út í Tinganes á fund, har avgerð varð tikin um, at Landsverk sjálvt skal taka støðu til, um farast skal víðari við rættarmálinum. Og harafturat, at kostnaðurin fyri rættarmálið skal takast av verandi rakstarjáttan hjá Landsverki ella við eykajáttan.

Árant Andriasson sigur í viðmerking, at tær 8,5 milliónirnar, sum eru tiknar av játtanini til Marknagil, eru rindaðar áðrenn boðini úr Tinganesi um, at Landsverk sjálvt skal rinda av sínum rakstri. 

Árant Andriasson sigur, at kostnaðurin, sum kemur afturat, verður tikin av rakstrarjáttanini hjá stovninum sjálvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010