16 føroyameistarar í borðtennis, badminton og judo

16 føroyameistarar í borðtennis, badminton og judo
16 finalur um føroyameistaraheiti vórðu spældar í Høllini á Hálsi til tiltakið, Stóri FM dagurin, hjá borðtennis, badminton og judo
Stóri FM dagurin í Høllini á Hálsi, har føroyameistararnir í judo, borðtennis og badminton vórðu funnir.
Mynd: Jónfinn Stenberg  
 
27.04.2019 - 17:29

Í judo vóru fýra mans finalur og tvær kvinnufinalur, og Sunda Judofelag vann flestu føroyameistaraheitini. 

Í borðtennis og badminton vóru einmansleikir hjá monnum og kvinnum, blandaður tvímansleikur og tvímansleikirnir hjá kvinnum og monnum.

Føroyameistarar í judo:

Navn Vektklassi
Dánjal á Krákusteini úr Havnar Judofelag   - 66 kg
Silja Johannesen úr Sunda Judofelag   - 63 kg
Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag   - 73 kg
Anna á Fløtti Antoniussen úr Klaksvíkar Judofelag   + 63 kg
Nicolai Skoubo úr Havnar Judofelag   - 81 kg
Edvard Johannesen úr Sunda Judofelag  Opin bólkur

 

Systkin eru føroyameistarar
Durita Fríðadóttir Jensen er føroyameistari fyri triðju ferð í einmansleiki í borðtennis hjá kvinnum, meðan beiggi hennara Fróði Fríðason Jensen er føroyameistari í einmansleiki hjá monnum.

Systkini bæði vunnu eisini blandaða tvímansleikin í borðtennis.

Tvímansleikin hjá kvinnum vunnu systrarnar, Anna og Rakul Mikkjalsdóttir, meðan Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson vunnu hjá monnunum. 

Javnir badmintondystir
Í badminton eru Rannvá Djurhuus Carlsson og Bartal Poulsen føroyameistarar, eftir at tey vunnu sínar einmansleikir. Rannvá vann sín dyst 2-1, meðan Bartal vann sín 2-0. 

Í báðum einmansleikunum sóu áskoðararnir gott badmintonspæl í tveimum jøvnum dystum. 

Benjamin Gunnarstein og Rannvá Djurhuus Carlsson vunnu blandaða tvímansleikin, Magnus Dal Christiansen og Benjamin Gunnarstein vunnu tvímansleikin hjá monnum og Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen vunnu hjá kvinnunum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584