Roynd í Suðuroynni byrjar í løgtinginum

Roynd í Suðuroynni byrjar í løgtinginum
Almannamálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni
Hamragarður er í Vági og við í Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni
 
30.04.2019 - 12:17

Lógin, sum skal rudda slóð fyri einari royndarverkætlan í Suðuroynni í ár og næsta ár, kom í løgtingið í gjár.

Almannamálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni. Bú- og heimatænastan er samstarvið millum tær sjey kommunurnar í Suðuroynni um eldraøkið.

Endamálið við lógaruppskotinum er at beina burtur dupultfunktiónir á markamótinum millum Almannaverkið og kommunala samstarvið. 

Eisini yngri enn 18 ár

Kommunala samstarvið fer eisini at taka á seg uppgávur, sum nú eru hjá landinum, men sum eru tættari kjarnuøkinum og førleikanum hjá kommunala samstarvinum. 

Talan er um fólk, 18 ár ella eldri, tó ikki eldri enn 67 ár, sum hava varandi sjúku, sum kann setast í samband við aldur.

Royndarverkætlanin er mett at kosta 3,5 milliónir í ár og 4,5 milliónir krónur næsta ár.

Landsstýrið hevur tí eisini lagt fram uppskot um eykajáttan í 2019. Tær 4,5 milliónirnar, sum skulu brúkast næsta ár, vera í fíggjarlógini fyri 2020.

Bæði Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunufelagið siga, at hoyringarfreistin er ov stutt - hon var styttri enn tveir dagar - til, at uppskotið er viðgjørt har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851