Talið av próvtøkusviki nógv vaksið í Noregi

Talið av próvtøkusviki nógv vaksið í Noregi
Ein av hvørjum seks lesandi svarar, at hann hevur svikað til próvtøku í minsta lagi eina ferð
 
08.05.2019 - 17:41


Sentio hevur gjørt kanningina fyri norska studentarfelagsskapin, NSO, og Universitas. Fyri níggju árum síðani spurdi Universitas sama spurning, og tá svaraðu bara fimm prosent - altso ein av 20, at tey høvdu svikað. Hóast talið er vaksið, heldur Sentio, at fleiri svika, enn tey, sum hava svarað í kanningini.

- Tað er lættari at svara "ongantíð", enn at viðganga, at tú hevur svikað. Her eru helst myrkatøl, sigur Arve Østgård í Sentia.

Síðsta lestrarár vórðu 29 lesandi á lærda háskúlanum Oslo Met tiknir fyri at hava svikað, og talið hevur ligið javnt seinstu árini. Tað vanligasta er at skriva av, men eisini at lesandi hava brúkt hjálpiamboð, sum ikki eru loyvd.

Á lærda háskúlanum í Oslo - UiO, er talið munandi hægri. Í fjør vóru 64 mál um svik fráboðað. Ikki færri enn 56 av hesum málum vórðu avdúkað við hjálp frá URKUND, sum er skipan, sum sjálvvirkandi kannar innlatnar tekstir fyri ritstuldur.

"Klipp & líma" er mest nýtti mátin at svika. Nógv verður tikið av heimasíðum, men eisini greinar og tekstir frá prentaðu miðlum.

UiO hevur tríggjar sektir fyri próvtøkusvik:  - at royndin verður ógildað ella at viðkomandi verður útihýstur í eitt ella tvey semestur, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851