TAKS minnir skip á at boða frá

TAKS minnir skip á at boða frá
Fyri góðum mánaði síðan fingu uppsjóvarskip aftur loyvi at landa uttanlands, eftir at tey í nøkur ár bert hava kunnað landað í Føroyum
 
13.05.2019 - 20:02

Skip skulu boða tolleftirlitinum frá, tá tey koma til Føroya úr útlendskari havn. Nú, svartkjaftatíðin er upp á tað mesta, minnir TAKS á regluna um, at skip skulu boða føroyskum tollmyndugleikum frá, tá tey koma aftur úr útlondum.

Reglan er eisini galdandi fyri útlendskar  stuttleikabátar og flogfør, og eisini skip, sum koma í føroyska havn, t.d. at landa ella at bunkra. Hjá teimum er tað ikki minni umráðandi at boða frá, eitt nú fyri at kunna tryggja sporførið á veiðuni.

Fráboðanarskyldan liggur hjá skipinum, men tað er eisini álagt havnarmyndugleikum at siga tollvaldinum frá, um nakar ivi er.

Ófráboðaðar komur verða sektaðar við bót, skrivar TAKS. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964