Hakin verður settur í hósdagin

Hakin verður settur í hósdagin
Hósdagin klokkan 16 verður hakin settur í til berghol til Dals húsavíkarmegin. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, fer at loysa fyrsta flagið
 
14.05.2019 - 19:50

Bergholið verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt. Afturat bergholinum skulu 200 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin.

Tríggir kilometrar av verandi vegi skulu breiðkast. Arbeiðið, at gera bergholið, fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin, skrivar Landsverk.

Bergholið til Dals við tilhoyrandi vegum verður mett at kosta millum 75-85 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652