Georg L. Petersen nýggjur tíðindaleiðari í KvF

Georg L. Petersen nýggjur tíðindaleiðari í KvF
Kringvarpið hevur sett nýggjan tíðindaleiðara
Georg L. Petersen, sum í fleiri ár hevur verið redaktørur á Degi & viku og kjaksendinum, er settur sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya
Mynd: KvF  
 
14.05.2019 - 09:11

Georg L. Petersen hevur drúgvar royndir í miðlaheiminum. Hann hevur starvast sum ábyrgdarblaðstjóri og blaðstjóri á Dimmalætting og sum tíðindaleiðari í SVF.

Hann er útbúgvin Cand.public, sum er ein kandidatútbúgving innan journalistikk, frá Lærda Háskúlanum í Aarhus. Hann hevur eisini lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus.

Georg tekur við sum tíðindaleiðari eftir Heina Gaard, sum hevur verið virkandi tíðindaleiðari. Georg L. Petersen tekur við starvinum beinanvegin. Tríggjar umsóknir vóru til starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887