Næsti formaður í ES-nevndini skal vera ein kvinna

Næsti formaður í ES-nevndini skal vera ein kvinna
Tað sigur Margrethe Vestager, ES-nevndarlimur í kappingarmálum
 
14.05.2019 - 13:34

Næsti formaðurin í ES-nevndini skal vera ein kvinna. Tað sigur Margrethe Vestager, ES-nevndarlimur í kappingarmálum, við týska blaðið Bild. 

Sjálvandi skal tað vera ein kvinna, sigur Margrethe Vestager í samrøðu við týska blaðið. 

Fráfarandi ES-nevndarformaðurin, Jean Claude-Juncker, hevur eisini nevnt Margrethu Vestager sum eitt gott evni at taka við formanssessinum í ES-nevndini. 

Vestager má fáa stuðul frá Merkel

Margrethe Vestager hoyrir til fjórðstørsta bólkin í ES-tinginum, ALDE. Skal tað eydnast henni at fáa formanssessin, noyðist hon millum annað at fáa stuðul frá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel. 

Tá valið til ES-tingið er av 26. mai, verður farið undir tilgongdina at tilnevna nýggjan formann í ES-nevndini.  

Samráðingar verða væntandi millum ríkis- og stjórnarleiðararnar og ES-tingið, men tað er ikki vist, at høvuðsvalevnini hjá ymsu flokkunum til starvið sum ES-nevdarformaður, hava nakran møguleika, siga politiskir eygleiðarar í Brússel.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584