Sølan skjótt avgreidd

Sølan skjótt avgreidd
Málið er, at sølan av Posta er avgreidd í juli, upplýsir Vinnumálaráðið
 
15.05.2019 - 17:59

Sókn Advokatar hava fingið til uppgávu, at selja Posta. Málið er, at sølan av Posta er avgreidd í juli, upplýsir Vinnumálaráðið, ið hevur sett Sókn advokatar saman við Hammer Consulting, at taka sær av søluni.

Seks bjóðaðu seg fram, at taka sær av søluni av Posta. Sókn advokatar saman við Hammer Consulting vunnu uppgávuna at standa fyri ráðgeving og tilgongdarstýring í samband við, at selja Posta.

Tilboðini sera ymisk

Tilboðini komu bæði frá føroyskum og útlendskum fyritøkum. Tilboðini vóru sera ymisk; úr einum mettum lægsta prísi uppá 481.000 krónur til 2,4 milliónir krónur. Prísurin vigaði 50%, og tilgongd, førleikar og annað vigaðu 50%

Tilboðið hjá Sókn kemur væntandi at kosta millum 481.000 og 533.000 krónur uttan mvg. Men avtala er gjørd um, at kostnaðurin ikki má fara uppum 598.000 krónur. Tá er mvg ikki íroknað.

Søluráðgevin skal í tøttum samstarvi við arbeiðsbólkin standa fyri, at skipa sølutilgongdina. Tá tilmæli fyriliggur um møguliga sølu - og prís, treytir við meira - verður tilmæli lagt fyri arbeiðsbólkin, ið síðani letur tilmæli til Einskiljingarnevndina til støðutakan.

Sølan viðgerast í landsstýrinum

Endalig avgerð um sølu verður eisini viðgjørd á landsstýrisfundi. Tað er ein treyt, at keypari skal vera skipaður, sum parta- ella smápartafelag, ið er skrásett í føroysku partafelagsskránni.

Í útboðstilfarinum er lagt upp til, at ein søla skal fremjast skjótast til ber. Í sáttmálanum við Sókn verður miðað eftir, at tilgongdin er liðug í juli mánað.

Tað er eisini upp til søluráðgevan í tilgongdini, at meta um og ráðgeva arbeiðsbólkinum um, nær skilabest er at fremja søluna. upplýsir vinnumálaráðið í skrivi til Kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887