Hakin settur í

Hakin settur í
Í dag verður hakin settur í til berghol til Dals húsavíkarmegin
 
16.05.2019 - 07:12

Í dag klokkan 16 verður hakin settur í til berghol til Dals húsavíkarmegin. Tað verður Heðin Mortensen, landsstýrismaður, ið fer at loysa fyrsta flagið.

Bergholið verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt. Afturat bergholinum skulu 200 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin. Tríggir kilometrar av verandi vegi skulu breiðkast.

Arbeiðið fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin, skrivar Landsverk. Bergholið til Dals við tilhoyrandi vegum verður mett at kosta millum 75-85 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584