Venesuela: Noreg roynir semju

Venesuela: Noreg roynir semju
Umboð fyri stjórnina og andstøðuna í landinum hava verið í Oslo til semingsroynd
 
18.05.2019 - 10:47

Samráðingarnar millum stjórnina og andstøðuna í Venesuela, sum hava verið í Noregi hesa vikuna, eru ein roynd at fáa frið í lag, sigur forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro.

Norska uttanríkisráðið, sum hevur drúgvar royndir at royna semju í altjóða kreppum, upplýsti í gjár, at samráðingarnar eru á kanningarstigi, sum tikið verður til.

Samráðingarnar eru tekin um eina nýggja tilgongd í kreppuni í Venesuela, har støðan hevur verið sera spent millum stjórnina og andstøðuna í fleiri mánaðir.

Tingaðust við semingsmenn hvør sær

Á fundinum í Oslo vóru bæði umboð fyri andstøðuna og ráðgevarar hjá Juan Guaidó, sum hevur tilnevnt seg sjálvan fyribilsforseta í Venesuela, og umboð fyri stjórnina hjá Maduro.

Partarnir høvdu fund við norsku semingsmenninar hvør sær, men eingin beinleiðis fundur var millum stríðandi partarnar.

Maduro, forseti, sigur, at umboð fyri stjórnina fóru til Noregs í eini roynd at kanna møguleikarnar fyri samskifti við andstøðuna, og at fáa frið í lag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652