– Politiska skipanin noyðist nú at taka støðu

– Politiska skipanin noyðist nú at taka støðu
Politiska skipanin má taka støðu til, um meiri peningur skal játtast til at gera H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan, sigur Sirið Stenberg
 
21.05.2019 - 08:27

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur fingið at vita frá Landsverki, at H-bygningurin fer at kosta 51 milliónir krónur meira, enn játtað er á verklagslógini. Í vár metti Landsverk, at bygningurin fór at kosta 43 milliónir meira enn mett.

 Politiska skipanin noyðist nú at taka støðu til málið, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, í samrøðu við útvarpið mánakvøldið.

Greinin heldur fram niðanfyri

1292489

Útvarpstíðindini klokkan 18:00 20.05.2019

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, sigur, at samskifti er við fíggjarmálaráðið um málið, men hon viðgongur, at tað verður ikki sum at siga tað at játta meiri pening nú, tí løgtingið farið í summarfrí. 

Tilmælini, sum landsgrannskoðanin vísti á, ikki eru fylgd í sambandi við byggingina av skúladeplinum í Marknagili, eru heldur ikki fylgd í sambandi við H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Tí er bygningurin dýrkaður uppaftur meira, sigur Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851