Fiskiskapurin við Grønland lagdur til rættis

Fiskiskapurin við Grønland lagdur til rættis
Tey, sum høvdu rætt at fiska við Eysturgrønland og fiskaðu mest har tey fimm árini 2014 til 2018, sleppa eisini at fiska har í ár
Føroysk skip sleppa nú aftur til Grønlands
 
23.05.2019 - 12:24

Verður rætturin ikki brúktur í ár, kann Vørn eftir 1. september geva øðrum rættin at fiska. Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerðina um fiskiskap við Grønland í ár.

Føroysk skip kunnu fiska 350 tons av toski, 325 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu við við línu ella troli við Eysturgrønland. Í mesta lagi trý skip kunnu vera til fiskiskap í senn. Talan er um felags árskvotu.

Bara línuskip

Føroyar eiga eisini 975 tons av toski og 375 tons av brosmu við Eysturgrønland á ár. Tey tonsini skulu fiskast við línu. Hesi tonsini fáa línuskip, sum hava rætt til fiskiloyvi í ár.

Føroyar hava í fiskiveiðuavtaluni við ES fingið 110 tons av svartkalva við Eysturgrønland. Skip, sum høvdu rætt til at fiska av teirri kvotuni í fjør, sleppa at fiska í ár. 

Og so kunnu føroysk skip royndarfiska eftir krabba við Eysturgrønland. Krabbaveiðan kann í mesta lagi vera 500 tons. Føroyar eiga eisini 100 tons av svartkalva við Vesturgrønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887