Rinda fyri at ganga í Saksun

Rinda fyri at ganga í Saksun
Í framtíðini skulu fólk rinda fyri at ganga út á Lógv í Saksun. Portur verða nú sett upp
Tað skal í framtíðini kosta 50-75 krónur at ganga út á Lógv í Saksun, ætlar ein festari
 
24.05.2019 - 14:00

Bóndin er farin undir at seta portur upp á vegnum, og har skulu fólk rinda við gjaldskorti, áðrenn tey fara út á Lógv. Ferðafólkini eru so nógv í tali, at okkurt má gerast, sigur André Kruse, festari.

Tað, sum fæst burturúr ferðafólkunum, ætlar bóndin at nýta til gøtur og annað viðlíkahald. Hinir bóndurnir í Saksun arbeiða eisini við loysnum fyri at fáa nakað burturúr ferðavinnuni, sigur André Kruse. 

– At steðga ferðavinnuni er neyvan gjørligt, og tí má dentur leggjast á at fáa nakað burturúr teimum ferðandi. Tað sigur André Kruse, festari í Saksun, sum eigur hagan, Svartá fyri Uttan, sum ber 160 seyðir.

Seta portur við gjaldsstøð upp

Fyri at sleppa út á Lógv í Saksun, er neyðugt at ganga ígjøgnum festið hjá honum, og hann vil hava nakað burturúr teimum ferðandi.

Tí er hann farin undir at seta eitt portur upp á vegnum út á Lógv. Talan verður um eitt serligt portur, har ein gjaldsstøð verður í, so fólk, ið ætla sær út um portrið, skulu rinda fyri ferðina við gjaldskorti.

Greinin heldur fram niðanfyri 

Bøndurnir í Saksun tosa javnan um, hvat kann gerast, og André Kruse sigur seg vera komnan til ta niðurstøðu, at okkurt má gerast, so festararnir kunnu fáa nakað burturúr vinnuni.

Serlig avtala fyri bólkar og skúlaflokkar

Tað letur seg ikki gera at hava vakt við portrið, tí tað er ov kostnaðarmikið, so hóast nakað av íløgu skal gerast í eina gjaldsstøð, so ætlar hann at royna tað. Er talan um bólkar ella skúlaflokkar, so fer at bera til at gera serliga avtalu, sigur hann.

André Kruse vísir á, at teir vóru á fjalli 1. mars í vár, og tá vóru tveir bólkar av ferðafólki í haganum, og tað órógvaði raksturin. Á tveimum av fólkunum, sum vóru við, stóð ferðaleiðari á, og tey gera neyvan ferðina fyri einki.

Tí ber ikki til, at onnur skulu taka gjald fyri at ganga í haganum sum hann varðar av, ella í haganum hjá øðrum, uttan at rinda fyri tað.

Gjaldið verður 50-75 krónur fyri fólkið

Bóndin í Saksun vísir eisini á, at herfyri kom fram, at vøksturin í ferðavinnuni hevði verið 25 prosent, og at økingin fer at halda fram. Tí er eisini neyðugt at fyrireika seg til tað, og at royna at fáa sum frægast burturúr, sigur hann.

André Kruse miðar eftir, at gjaldsstøðin út á Lógv kann vera sett upp sum skjótast, og í seinasta lagi um ein mánað, áðrenn ferðafólkastreymurin kemur í hæddina.

Hvat tað fer at kosta, at ganga út á Lógv í Saksun, er ikki endaliga greitt, men bóndin hevur hugsað um at seta gjaldið til 50 ella 75 krónur fyri hvørt fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010