Íslendska "Klausturbarr-málið" í etisku nevnd

Íslendska "Klausturbarr-málið" í etisku nevnd
Málið um loyniligu upptøkuna á skeinkingastaðnum, Klausturbarr í Reykjavík nú endar í etisku nevndini í Altinginum.
 
25.05.2019 - 17:42

Stutt fyri jól tók gøla seg upp eftir at duldar ljóðupptøkur avdúka íslendskar tinglimir tosa niðrandi um kvinnuligar altingslimir.

Ein ljóðupptøka er almannakunngjørd, sum avdúkar m.a. fyrrverandi forsætisráðharran, Sigmund Davið Gunnlaugsson, og Gunnar Braga Sveinsson, Bergþór Ólason og Onna Kolbrún Árnadóttir, - at tey 20. november, á Klausturbarr, skulu hava tosað sínámillum hart og háðandi um kvinnuligar starvsfelagar.

M.a. sigur Anna Kolbrún Árnadóttir á ljóðupptøkuni, at menn eru orðblindir, meðan kvinnur duga ikki at rokna. Tá spyr Sveinsson, um tað er tí, at tí tær ikki duga at telja, hvussu nógvum monnum tær hava ligið við?

Politikarar hava minni verju

Leiðslan í íslendska Dátueftirlitinum hevur gjørt av at kvinnan, sum gjørdi loyniligu upptøkuna ikki skal fáa bót, m.a. tí politikarar hava minni verju av privatlívinum enn onnur sum almennir persónar.

Dátueftirlitið sigur tó, at loyniliga upptøkan av samrøðuni millum teir seks politikararnar var ólóglig, og vísur á umstøður í málinum og rættarsiðvenju frá Evropiska Mannarættindadómstólinum, um, at privatlívið hjá politikarum er minni vart enn hjá øðrum.

Etiska nevnd í Altinginum hevur fyrr sagt, at atburðurin hjá politikarunum í Klausturbarr-málinum, ikki samsvarar við siðreglurnar hjá Altinginum, men nevndin hevur tó ikki tikið avgerð um, um altingslimirnir hava brotið siðreglurnar.

Tá upptøkan kom undan kavi, bað formaðurin í altinginum, vegna Altingið, øll, sum vórðu nevnd í ljóðupptøkuni, og familjur teirra um umbering, og hann bað eisini íslendsku tjóðina um umbering. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585