Val til ES-tingið er í gongd

Val til ES-tingið er í gongd
400-milliónir veljarar í 28 londum skulu velja fólk í teir 751 sessirnar í ES-tinginum
 
26.05.2019 - 10:18

Tinglimirnir verða valdir beinleiðis í sessirnar.

Valstríðið hevur í stóran mun snúð seg um Brexit, tilflytarar, lógir fyri arbeiðsmarknaðin og veðurlagsbroytingar.

Valluttøkan á ES-valum lág, og í 2014 var hon met-lág, - 42 prosent í miðal fyri alt ES. Men í Belgia vóru 90 prosent av teimum, sum hava valsrætt á vali, meðan bara 13 prosent vóru á vali í Slovakia í 2014.

Valið hesaferð er øðrvísi enn undanfarin val, tí hesaferð vinna Nationalistar og ES-skeptikarar fram og kunnu fáa enn fleiri sessir í tinginum. Tey vilja bróta niður ES innaní frá.

Bretland vil út úr ES, men noyðist kortini at verða við á valinum, tí eingin brexit-avtala er góðkend enn.

ES-tingið er einasta fólkavaldi stovnur í ES, og tingið samtykkir lógir og hevur eftirliti við fíggjarætlanini, sum er meira enn 1.140-milliardir krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584