Færri krøv gav nógv fleiri umsøkjarar

Færri krøv gav nógv fleiri umsøkjarar
Tað loysti seg hjá Fróðskaparsetrinum at broyta starsvlýsingina, tá starvið sum rektari varð lýst leyst av nýggjum
Fróðskaparsetrið er millum annað í gamla Læraraskúlanum
 
29.05.2019 - 12:31

Tí nú eru 18 umsóknir, fimm føroyskar og 13 útlendskar. Tá freistin var úti fyrru ferð, vóru tríggjar umsóknir, tvær føroyskar og ein útlendsk.

Men útlendska umsóknin varð vrakað, tí mett varð, at hon leyk ikki krøvini. Setanarbólkurin er longu farin at viðgera tær 18 umsóknirnar. Freistin at søkja fór á midnátt.

Stýrið fyri Fróðskaparsetrið gjørdi av eftir tilmæli frá setanarbólkinum at lýsa rektarastarvið leyst av nýggjum, so fleiri fingu høvi at søkja.

Dagførd sambært viðmerkingum

Starvslýsingin varð dagførd, millum annað grundað á viðmerkingar, sum komu um fyrru lýsingina. 

Minni dentur varð nú lagdur á kravið um fyrisitingarligar og málsligar førleikar. Og tað var ikki longur eitt krav, at rektarin skal hava granskingarførleikar.

Søkt varð nú eftir einum leiðara og ikki eftir einum fyrisitingarfólki, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður.

Fimm ár

Rektarin verður settur í fimm ár. Sigurð í Jákupsstovu varð eisini settur í fimm ár, men seinni varð setan hansara longd trý ár.

Hon kann ikki leingjast eina ferð afturat. Men Sigurð í Jákupsstovu kundi tó søkja um starvið aftur hesaferð.  

Á Fróðskaparsetrinum eru 24 útbúgvingar, okkurt um 1.000 lesandi og yvir 140 starvsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858