Fekk meira og brúkti minni

Fekk meira og brúkti minni
Inntøkurnar hjá Nes kommunu og avlopið vóru størri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur vóru minni enn roknað varð við í fjør
Toftir í Nes kommunu.
 
29.05.2019 - 12:21

Væl stóð til fíggjarliga í Nes kommunu í fjør.

Inntøkurnar hjá kommununi og avlopið vóru størri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur vóru minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2018.

Bygdarráðið hevur samtykt roknskapin hjá Nes kommunu fyri 2018.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi, tað er eftir at rentustuðulin er drigin frá, er 55,5 mió. kr., sum eru 100.000 kr. meira enn í 2017. 

Men í fíggjarætlanini er roknað við 52,9 mió. krónum, 2,6 mió kr. minni enn inntøkan veruliga gjørdist.

Raksturin kostaði 46,6 mió. kr. í fjør, 1,8 mió. kr. meira enn í 2017. 

Minni enn mett

Men raksturin kostaði 800.000 kr. minni enn mett varð, tá fíggjarætlanin fyri 2018 varð samtykt.

Avlopið hjá Nes kommunu var 3,4 mió. kr. størri enn mett.

Eisini íløgurnar kostaðu minni í fjør enn mett, 2,8 mió. kr. minni. 

Við árslok 2018 var nettoskuldin hjá Nes kommunu 21,4 mió. kr. 

Hon kann vera meira enn dupult so stór fyri at verða tað sama sum ein skattaálíkning. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819