Samráðingarleiðari: Tað finst bara ein loysn

Samráðingarleiðari: Tað finst bara ein loysn
Tað ber ikki til hjá bretum at fáa eina aðra avtalu um hana, sum Theresa May, forsætisráðharri, gjørdi við ES í fjør
 
31.05.2019 - 10:58

Vilja bretar fara úr ES uttan nakra avtalu, so er tað í lagi. Vilja bretar verðaverandi í ES, so er tað eisini í lagi. Men vilja teir hava eina aðra avtalu enn hana sum Theresa May, forsætisráðharri gjørdi við ES í fjør, so er tað ikki møguligt.

Tað er greiðu boðini frá samráðingarleiðaranum hjá ES, Michel Barnier, nú Theresa May hevur gjørt av at leggja frá sær sum forsætisráðharri.

 >> SÍ EISINI Theresa May fer frá 7. juni

Nýggi bretski forsætisráðharrin fær úr at gera, tí hann skal syrgja fyri, at ein avtala fæst við ES, sum parlamentið kann góðkenna. 

Tað eydnaðist ikki hjá at fáa fáa eina avtalu góðkenda Theresu May, tí tríggjar ferðir feldi parlamentið avtaluna, sum hon gjørdi við ES.

Fleiri bjóða seg fram at taka við eftir Theresu May, og øll hava boðað frá, at tey ætla at fara undir samráðingar við ES um eina nýggja avtalu.

Størsta ósemjan markið ímillum Írland og Norðurírland

Verður tann parturin av avtaluni ikki broyttur, so vænta nógv, at Norðurírlad verður verandi í tollsamgongu við ES, eftir at Bretland fer burturúr samveldinum. Og tað vilja norðurírar ikki.

Michel Barnier sigur, at tíðin er farin frá samráðingunum, og at tað ikki fer at bera til at finna nakra aðra loysn, áðrenn freistin hjá bretum at fara úr ES, gongur út 31. oktober.

Samstundis verður tosað um, at júst samráðingarleiðarin, Michel Barnier, kanska verður nýggjur formaður í ES nevndini, og tí fær hann stóra ávirkan á gongdina.

 >> SÍ EISINI Nýggjasta uppskotið fær kaldliga móttøku

Barnier leggur kortini aftrat, at tá avtalan er góðkend og undirskrivað, kunnu partarnir fara undir at tosa um onnur viðurskifti. Millum annað um eina langtíðarloysn á markinum ímillum Írland og Norðurírland.

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, sum verður mettur at standa seg best sum eftirmaður hjá Theresu May, hevur sagt, at bretar fara úr ES 31. oktober, uttan mun til, um nøkur avtala er fingin í lag.

Formaðurin í Brexit flokkinum, sum vann stórsigur á valinum til ES tingið, Nigel Farage, hevur svorið, at hann fer at stríðast fyri einum hørðum brexit, sum merkir, at eingin avtala verður gjørd við ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585