Fýra vikur í varðhaldi fyri hóttanir

Fýra vikur í varðhaldi fyri hóttanir
Ein maður varð í grundlógaravhoyring í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Grundlógaravhoyring var í Føroya rætti í gjár.
 
01.06.2019 - 10:22

Ein maður varð í grundlógaravhoyring í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Maðurin varð tikin í Havn fyrrapartin Kristi himmalferðardag.

Hann varð tikin fyri hóttanir og harðskapsroynd móti politinum. 

Um níggjutíðina hósmorgunin varð politiið borðsent til húsaófrið. 

Tá politiið kemur á staðið, hótti ein maður politiið.

Maðurin varð tikin slakar tveir tímar seinni. 

Vegarstrekkið frá Landsbókasavninum til Málingarhandlin í J.C. Svabosgøtu varð avbyrgt, meðan politiið var á staðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819