Franskir ISIS menn dømdir til deyða

Franskir ISIS menn dømdir til deyða
Ein fraklendingur hevur fingið deyðadóm í Irak fyri at hava verið partur av yvirgangsbólkinum IS
 
03.06.2019 - 08:36

Í rættinum í Baghdad segði 32 ára gamli Fodil Tahar Aouidate, at hann varð bukaður í fongslinum til hann viðgekk, at hann hevði verið upp í yvirgangsbólkinum.

Aouidate vísti rættinum merkir á bakinum, men læknakanning varð løgd fram, ið segði, at eingi tekin vóru um, at maðurin hevði fingið ringa viðferð.

 >> SÍ EISINI Trump: Islamskur statur skjótt niðurbardur

Hann var ein av 11 fraklendingum, ið vóru givnir upp í hendurnar á myndugleikunum í Irak eftir at eitt amerikanskt stuðlað herlið í Sýria hevði verið við til at berja niður seinastu mótstøðuna hjá jihadistunum.

Frammanundan hevur dómstólurin í Baghdad dømt sjey aðrar fraklendingar og ein tunesara til deyða.

Fór til sýria í 2013

Irakisk lóg heimilar deyðarevsing fyri yvirgangsvirksemi, men í Fraklandi eru deyðadómar ikki longur partur av lógarverkinum, og Frakland hevur mótmælt, at fronsku ríkisborgararnir hava fingið slíkan dóm.

Fodil Tahar Aouidate fór fyrstu ferð til Sýria í 2013, og árið eftir fóru 22 onnur í familjuni úr Fraklandi til Sýria at gerast partur av Islamska statinum.

Heima í Fraklandi eru tvær systrar hansara dømdar fyri at fíggja yvirgang, tí tær sendu 15.000 evrur til familju í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887