Veljarakanning: Stórur spenningur um annan sessin

bannari
Veljarakanning: Stórur spenningur um annan sessin
Sambandsflokkurin fær annan fólkatingslimin, meðan stórur spenningur er um, hvør flokkur fær hin fólkatingslimin
 
04.06.2019 - 08:17

Stórur spenningur tykist vera um annan fólkatingslimin sum skal veljast í morgin, sambært eini kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri VP.

Sambært kanningini fær Sambandsflokkurin annan fólkatingslimin, meðan stórur spenningur er um, hvør flokkur fær hin fólkatingslimin. 

Kappingin stendur millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum sambært Lóður-kanningini liggja sera javnir. 

 >> SÍ EISINI Gallup: Sambands- og Javnaðarflokkurin vinna valið

Sambandsflokkurin fær 27,7 prosent av atkvøðunum, Tjóðveldi fær 23,6 prosent, Fólkaflokkurin fær 22,8 prosent og Javnaðarflokkurin fær 22,1 prosent. 

Kringvarpið almannakunngjørdi eina kanning í gjár, sum Gallup gjørdi. Hon vísti, at Sambandsflokkurin fær 27,6 prosent, Javnaðarflokkurin fær 23,4 prosent, Tjóðveldi fær 22,2 prosent og Fólkaflokkurin 19,1 prosent. 

Kanningin hjá Kringvarpinum er gjørd í døgunum frá 23. mai til 31. mai, meðan kanningin hjá Lóður er gjørd í døgunum frá 29. mai til 2. juni. Í báðum kanningunum hava um 500 fólk svarað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858