Fyrstu úrslitini komin

bannari
05.06.2019 - 20:21
AktueltPolitikkur
Fyrstu úrslitini komin
Javnaðarmaðurin Jónleif Johannesen hevur fingið flestu atkvøðurnar á fyrsta valstaðnum, Dalur
Jónleif Johannesen hevur fingið 25 av 30 atkvøðum í Dali
 

Við 25 atkvøðum, er Jónleif Johannesen stóri atkvøðuslúkurin í heimbygdini. Dalur er fyrsta valstað, ið er upptalt.

Tað eru bert 30 atkvøður í Dali. Tjóðveldi hevur fingið tvær, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Djóni N. Joensen hevur fingið eina. 

Takk fyri tunnil

Dalur er gomul javnaðarbygd. Tað er hugsandi, at dalbingar við síni atkvøðu eisini takka Javnaðarflokkinum fyri tunnilin til Dals, sum nú liggur fremst á raðfestingarlistanum hjá tunnilstoyminum.

Sí øll valúrslitini frá teimum 58 valstøðunum her Fólkatingsval 2019 - Valúrslit

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andaktin
95706
Sunnudag 16. juni
EM hondbóltur: Danmark - Føroyar
95711
Mikudag 12. juni
Minnist tú enn? (13:13)
26422