Enn ein heiður til Søllerød Kro

Enn ein heiður til Søllerød Kro
Søllerød Kro, har Jan Restorff er leiðari, fekk í gjár viðurkenning fyri høgu tænastuna, tey veita á Michelin-matstovuni
Høgni Olsen er lærlingur á Søllerød Kro
 
09.06.2019 - 14:30

Fyri kortum vunnu Søllerød Kro og Jan Restorff The Nordic Prize sum Ársins matstova og í gjár var tíðin komin til enn ein heiður. Hesaferð er talan ársins service-uppliving, sum AOK hjá blaðnum Berlingske letur 19. árið upp í slag.

Talan er um viðurkenda Byens Bedste-yvirlitið, sum fevnir um alt frá ársins nýbyggjaríi til ársins gourmet-uppliving og ársins service-uppliving. Og hana vann Søllerød Kro.

Sjálvur var Jan Restorff um gestirnar á Søllerød Kro, tí var tað tænaralærlingurin Høgni Olsen úr Klaksvík, sum tók í móti virðislønini á Kunsthal Charlottenborg í Keypmannahavn í gjárkvøldið.

Virðislønin var annars í stóran mun stílað beinleiðis til Jan Restorff, tí í grundgevingunum stendur millum annað:

"Á Søllerød Kro lesur Jan Restorff innastu tankarnar hjá gestunum av og syrgir fyri, at eisini tað, sum ikki verður sagt, verður nøktað."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858