Heitt á Fiskaaling um at rudda síðani 2010

Heitt á Fiskaaling um at rudda síðani 2010
Tað hevur tikið Føroya Fiskaaling átta ár at rudda eina gamla smoltstøð á Skálafjørðinum burtur. Málið er ikki avgreitt enn, sigur Bárður Enni
Lívfiskastøðin hjá Fiskaaling februar 2018
 
09.06.2019 - 18:31

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í áravís samskift við Føroya Fiskaaling um at rudda eitt øki við einari gamlari smoltstøð inni á Skálabotni. 

Føroya Fiskaaling, sum hevur havt eina lívfiskastøð á staðnum, stendir sum loyvishavari og hevur tí ábyrgdina av, at økið verður ruddað. 

Samskiftið millum Føroya Fiskaaling og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna byrjaði í 2010 við at aliloyvið var tikið aftur tí einki virksemi var.

Ryktu fleiri ferðir

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitti tann 30. september í 2010 á Føroya Fiskaaling um at rudda øki, sum alilógin áleggur loyvishavaranum.

Á málinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, sæst, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan rykkir Fiskaaling eftir at rudda økið fleiri ferðir; fyrstu ferð í september í 2011, tá felagið fær eina freist til at fáa viðurskiftini í rættlag til januar í 2012.

Í januar í 2012 skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur eina áminning til Fiskaaling. P/F Fiskaaling fær nú freist at rudda økið til 1. februar 2012.

Einki hendi í fimm ár

Tann 20. mars í 2012 skrivar Føroya Fiskaaling aftur, at fólk hava verið á staðnum, og at tað verður ruddað tá viðrar.

Men í mai sama ár, spyr Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur til ruddingina. Nú er svarið, at Fiskaaling hevur verið í Noreg, men at nú verður ruddað. Síðani hendir einki í góð fimm ár.

Støðin liggur í Eysturkommunu, men í 2017 skrivar Runavíkar Kommuna til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, at bygningarnir eru í so ringum standi, at vandi er fyri, at teir fara í einum stormi.

Ikki heimild at gera nakað

Tann 29. desember í 2017 skrivar Lars Kirkegaard, tekniskur leiðari hjá Runavíkar Kommunu: 

"Stationen befinder sig ikke i vores kommune, så vi har ikke hjemmel til at gribe ind, men skidtet kommer sandsynligvis til at blæse ind til os, så vi ser gerne at der gøres noget straks, så det ikke sker".

Tann 2. februar í 2018 - góð átta ár eftir fyrstu áheitanina á Føroya Fiskaaling - skrivar tekniski leiðarin í Runavíkar Kommunu aftur til Fiskaaling og Heilsufrøðiligu Starvstovuna. Hesuferð við myndum av eini bingju frá ávikavist 17. januar og 6. februar í 2018.

Í teldupostinum stendir millum annað:

"Alene på denne korte periode ses det tydeligt, at containeren er på vej til at falde helt fra hinanden, og indholdet er nu i fare for at blæse ud over hele området."

Tann 22. februar í  2018 ringir Alfred Petersen, sum nú er formaður í Føroya Fiskaaling, til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og sigur, at gongd er í málinum. Landsverk, sum hevur keypt ein part av økinum, hevur átikið sær at rudda. 

Fiskaaling vil ikki hava ein ástaðarfund tí tey vita, hvat skal ruddast, sigur formaðurin. Á teldusamskiftinum millum partarnar sæst, at tekniski leiðarin hjá Runavíkar Kommunu ikki hevur góðar vónir um, at nakað fer at henda í málinum.

 >> SÍ EISINI Málið er avgreitt

Tann 18. februar í 2018 skrivar hann millum annað til løgfrøðingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:

"Jeg bemærker dog, at jf. din egen oplistning af sagens kronologi, så har Fiskaaling gentagne gange lovet at oprydningen ville blive sat i gang straks, uden dette er sket, og at det her 5-6 år senere altså er nødvendigt at genoplive sagen, denne gang på kommunens henvendelse, før der sker noget. Det er ikke særligt tillidsvækkende."

Kommunan hevur ætlanir um at hitta Landsverk viðvíkandi ruddingini, fyri at tryggja sær, at tað verður gjørt rætt. Men ruddingin er eitt mál millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Føroya Fiskaaling, sigur løgfrøðingurin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni: 

Vilja hava økið í upprunastand

"Fyri okkara viðkomandi er tað líkamikið um Fiskaaling hevur selt útgerð ella annað víðari til triðja part. Fiskaaling er framvegis loyvishavarin, sum hevur ruddingarskylduna, og avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er rættað móti Fiskaaling og ikki keypara, í hesum føri Landsverk. 

Tað framgongur somuleiðis í samskiftinum, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil hava økið aftur til upprunaliga standin.

Løgfrøðingurin leggur aftrat:

"Viðvíkjandi ákæruni um at tað ikki er álitisvekjandi, at tað ganga eini 5 ár frá einum virkisemi í málinum til næsta virksemi í málinum, skal viðmerkjast, at bæði Runavíkar kommuna og Eysturkommuna fingu avrit av avgerðini um afturtøku av aliloyvinum. Avgerðin er dagfest 30. september 2010. Í avgerðini stendur, at økið skal ruddast, og hevur Runavíkar Kommuna sostatt havt upplýsingar um, at rudding er kravd í Skálafirði síðani 2010."

Í mars í ár skrivar Johanna Køtlum, stjóri í Fiskaaling, at Fiskaaling hevur ruddað sín part, og at Landsverk hevur bundið seg til at rudda tann partin, sum Landsverk hevur keypt - haraftrat at Fiskaaling hevur ætlanir um at lata onkrar leivdir standa, tí bygningarnir eru søguligir.

Johanna Lava Køtlum hevur síðani einki hoyrt aftur frá Heilusfrøðiligu Starvsstovuni. Sambært Bárði Enni, stjóra á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er málið ikki liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010