Fígging til royndarætlan við sjóvarfalsorku

10.06.2019 - 10:09
AktueltTøkni
Fígging til royndarætlan við sjóvarfalsorku
SEV og svenska fyritøkan Minesto hava fingið 2,5 milliónir evrur til royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Føryum.
 

Royndarverkætlanin við sjóvarfalsorku í Føroyum, sum SEV og svenska fyritøkan Minesto samstarva um, hevur fingið játtaðar 2,5 milliónir evrur í stuðli úr Horizon 2020 grunninum hjá ES.

Tað skrivar SEV á heimasíðuni.

Tær 2,5 milliónir evrurnar frá ES verða latnar til arbeiðið at seta tveir Deep Green drekar út í Vestmannasund fyri síðan at heysta orkuna, sum drekarnir framleiða úr sjóvarfallinum. 

Hetta er royndarverkætlan, sum SEV og Minesto formliga hava samstarvað um síðan november í 2018.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558