24 atkvøður taldu kortini við í fínteljingini

bannari
11.06.2019 - 11:55
AktueltPolitikkur
24 atkvøður taldu kortini við í fínteljingini
24 atkvøður, sum vórðu antin avskrivaðar sum blankar ella ógildar valkvøldið, telja kortini við í fínteljingini
Sjúrður Skaale og Edmund Joensen blivu valdir á fólkatingsvalinum í síðstu viku
 

Valkvøldið vóru 145 atkvøður blankar. Men í fínteljingini vórðu fimm teirra tiknar við í fólkatingsvalið. 99 atkvøður vórðu kolldømdar valkvøldið, tí valstýrini mettu tær at vera ógildar. 

Í fínteljingini vórðu 19 teirra kortini mettar at vera gildar. Flestu atkvøðurnar, sum ikki sluppu upp í part valkvøldið, fara til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. 

Fínteljingin gav Sambandsflokkinum 11 atkvøður afturat, Javnaðarflokkurin fekk tíggju atkvøður afturat, Sjálvstýri og Tjóðveldi tvær hvør og Framsókn misti eina.

Sjúrður Skaale fekk seks atkvøður afturat og Kaj Leo Holm Johannesen fekk fimm. 

Broyttist hjá 37

Fínteljingin flutti atkvøðutalið hjá 37 av teimum 63 valevnunum.

15 valevni fingu færri atkvøður enn tey høvdu eftir samanteljingina valkvøldið. Tað mesta eru fýra mistar atkvøður.

22 valevni fingu fleiri atkvøður í fínteljingini. Tað mesta eru seks atkvøður afturat.

Eisini listarnir sjálvir broyttust í fínteljingini.

Listan hjá fólkaflokkinum misti fýra atkvøður.

Hinir listarnir fingu fleiri atkvøður ella teir stóðu í stað.

Sambandsflokkurin fekk tvær afturat, Sjálvstýri eina og Tjóðveldi tríggjar. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. august
Minibarrin 21. august
97838
Mikudag 21. august
Hin nýggi Bør Børson (31:35)
91764
Týsdag 20. august
Tingið: Tjóðveldi
97845
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. august
Andglettur - Framtakið
97851
Mánadag 19. august
Andglettur - Miðflokkurin
97805
Fríggjadag 16. august
Andglettur - Sambandsflokkurin
97745
Hósdag 15. august
Andglettur - Fólkaflokkurin
97701