KÍ til San Marino og NSÍ til Norðurírland

11.06.2019 - 12:22
ÍtrótturFótbóltur
KÍ til San Marino og NSÍ til Norðurírland
Nú er greitt, hvørjum KÍ og NSÍ møta í Europa League kappingini
 

Lutakast hevur í dag verið um, hvussu spælast skal í innleiðandi umfarinum í Europa League í fótbólti.

KÍ og NSÍ vóru í pottinum, tá lutakastið varð avgreitt í Nyon í Sveis.

KÍ skal spæla ímóti Tre Fiori úr San Marino, meðan NSÍ skal møta Ballymena úr Norðurírlandi.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag spælir ímóti einum felagi úr San Marino í evropeiskari kapping.

Tre Fiori spældi seg víðari úr innleiðandi umfarinum í fjør, tá teir í innleiðandi umfarinum samanlagt vunnu 3-1 á Bala Town úr Wales.

Ballymena hevur ongantíð megnað at spælt seg víðari í einari evropeiskari kapping.

Triðja føroyska felagið, sum luttekur í hesi kappingini, er B36. Teir vóru ikki við í lutakastinum í dag, tí teir eru styrkismettir at fara víðari til næsta umfar í kappingini uttan at spæla í innleiðandi umfarinum.

Dystirnir verða spældir 27.juni og 4.juli.

HB umboðar Føroyar í Champions League kappingini. Lutakastið hjá teimum verður um eina viku.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. august
Úr Fámjin til Trongisvágs (2:3)
97730
Fríggjadag 16. august
"Kveik Ung" verkstova
97734
Fríggjadag 16. august
Minibarrin 16. august
97723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. august
Andglettur - Sambandsflokkurin
97745
Hósdag 15. august
Andglettur - Fólkaflokkurin
97701
Mikudag 14. august
Val kring landið - Vágar
97665
Mikudag 14. august
Úr savninum: Frætt & fregnað (6:11)
20257
Mikudag 7. august
Úr savninum: Frætt & fregnað (5:11)
16490