Týskt træseglskip sokkið

Týskt træseglskip sokkið
Sjey fólk fingu skaða, tá elsta træseglskipið, No 5 Elbe, í Hamburg stoytti saman við eitt bingjuskip á Elbe-ánni
Mynd: DLRG  
 
11.06.2019 - 07:37

Seglskipið er smíðað í 1883, og er nýliga umvælt. Øll 43 ferðafólkini við skipinum vórðu bjargað, skrivar Maritime-executive.com.

Pumpur vórðu settar umborð á seglskipið, men tær megnaðu ikki at halda skipinum flótandi og tí sakk tað. Eygnavitni siga, at træseglskipið hevði onkrar trupulleikar og stýrdi beint inn fyri bingjuskipið.

Træseglskipið, No 5 Elbe, hevur tvær mastrar, er 37 metrar langt og elsta skip, sum Maritimi grunnurin í Hamburg eigur.

Í 1920-unum var No 5 Elbe selt til USA, men í 2002 keypti Maritimi grunnurin í Hamburg skipið aftur og umvældi tað, og setti nútímans navigatións- og trygdarútgerð upp umborð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887