- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael: Búseting uppkallað eftir Trump
Ísrael: Búseting uppkallað eftir Trump
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið eina búseting nevnda eftir sær á umstríddu Golan-herðunum. Tað skrivar enska blaðið, The Guardian
17.06.2019 - 07:49
Benjamin Netanyahua avdúkaði í gjár eitt stórt skelti við nýggja navninum á. Eftir ætlan skulu 400 íbúðir byggjast á Trump - herðunum, sum býlingurin eitur. Stríð hevur verið um Golan herðurnar síðani Ísrael hertók tær frá Sýria í 6-daga krígnum í 1967.
Twitter góðkenning
Hóast mótmæli frá ST og limalondum tess hevur Ísrael lagt Golan-herðurnar undir ísraelska lóg. ST viðurkennir ikki, at Golan herðurnar eru partur av Ísrael. Men fyrr í ár viðurkendi Donald Trump, forseti í einum twitter boðum, vegna USA, at Golanherðurnar eru ísraelskar.Viðurkenningin kom sera væl við hjá ísraelsku stjórnini, ið hevur stríðst fyri at fáa heimssamfelagið at viðurkenna hertøkuna - millum annað við búsetingum - í hálva øld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV