Óvissa um danska uppílegging

Óvissa um danska uppílegging
Grønland er møguliga orsøkin til, at Danmark leggur seg út í føroyskar fiskivinnusamráðingar
Grønland er kanska orsøkin til, at føroyskir politikarar skuldseta Danmark fyri at leggja seg út í føroyskar samráðingar um fiskirættindi
 
18.06.2019 - 12:53

Í valstríðnum herfyri varð ferð eftir ferð sagt, at Danmark nú leggur seg út í føroyskar fiskirættindasamráðingar. Hetta varð ikki afturvíst.

Men sambært bæði Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og Fiskimálaráðnum er einki skrivligt samskifti við danskar myndugleikar um hetta.

Møguliga ikki í samsvari við uttanríkipolitisku lógina

Men bæði ráðini halda, at kanska er frágreiðingin tann, at samrøður hava verið millum landsstýrið og donsku stjórnina á embætisstigi um uttanríkispolitisku lógina, og hvussu hon skal umsitast.

Í tí sambandi hevur Danmark víst á, at siðvenjan sum er í strandalandatingingum, har Føroyar gera avtalur við onnur lond í egnum navni, møguliga ikki er í samvari við uttanríkipolitisku lógina.

Tá verður hugsað um, at Føroyar gera eina avtalu og Grønland eina aðra, ella bæði Føroyar og Grønland, hvørt við sínari undirskrift, eru partar av somu strandarlandaavtalu um fiskiskap við onnur lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652