USA sigur, at nýggjar myndir avdúka Iran

USA sigur, at nýggjar myndir avdúka Iran
Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, almannakunngjørdi í gjárkvøldið myndir, sum skulu vísa, at tað vóru iranar, sum lupu á bæði tangaskipini
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
18.06.2019 - 06:54

Bæði skipini vóru nærindis Hormuz-sundinum, sum er smalt sund millum Persiaflógvan og Omanflógvan. 

Pentagon sigur í yvirlýsing, at myndirnar vísa, at manningin í einum iranskum báti tók burtur restirnar av magnetisku bumbuni. Myndirnar vísa tað, og prógva, at iranska stjórnin skipaði fyri álopunum.

Bretar og Saudiarabar eru samd í skuldsetingini hjá USA um, at Iran var upp í, tá tangaskipini vórðu álopin í seinastu viku. 

Men iranar vísa hesum aftur.

Russland og Kina heita á partarnar um at sissa seg, og ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres hevur heitt á ST-trygdarráðið um at gera óhefta kanning av álopunum. Tað skal vera greitt, hvør hevur ábyrgdina, áðrenn onnur stig verða tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585