Bátar góðkendir til ferðavinnufiskiskap

19.06.2019 - 10:37
AktueltVinna
Bátar góðkendir til ferðavinnufiskiskap
Tilsamans níggju útróðrarbátar eru nú góðkendir til ferðavinnufiskiskap
Teir níggju útróðrarbátarnir, sum nú eru góðkendir til ferðavinnufiskiskap, rógva út frá Porkeri, Rituvík, Argjum og Vestmanna
Mynd: © Savnsmynd  
 

Fiskimálaráðið hevur nú skrivað út fýra loyvi til ferðavinnu-fiskiskap. Loyvini eru latin fýra feløgum og einstaklingum, sum tilsamans reka níggju útróðrarbátar, ið verða brúktir til ferðavinnufiskiskap.

Teir níggju útróðrarbátarnir, sum nú eru góðkendir til ferðavinnufiskiskap, rógva út frá Porkeri, Rituvík, Argjum og Vestmanna.

 >> SÍ EISINI Týsku útróðrarfólkini neyvan sektað

Grein 40, stk.3 í lógini um fyrisiting av sjófeingi sigur, at "landsstýrismaðurin kann geva serstakt loyvi til fiskiskap í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu."

Men hóast lógin um sjófeingi hevur verið í gildi í útvið hálvtannað ár, so hevur drigið út við at fáa hesa nýggju, lógar-reguleraðu vinnugrein, at virka.

Til fyri fáum døgum síðani vóru eingi loyvi útskrivað, hóast hesin ferðavinnu-fiskiskapur fer fram - og hevur gjørt tað í nógv ár.

Talan er um fyribilsloyvi

Næstsíðsta leygardag var Brimil á Porkeri og tók har fýra bátar við týskum ferðafólki, sum fiskaðu uttan neyðugu loyvini. Nú hevur Fiskimálaráðið so skrivað út loyvi til fýra feløg og einstaklingar, sum reka hetta slag av ferðavinnu.

Fiskimálaráðið ger varug við, at talan er um fyribilsloyvi, sum er galdandi frá 14. juni til 30. september í ár. Fiskiskapurin kann bert fara fram við tráðu, snøri ella hondsnellu. Galdandi ásetingar um friðaðar leiðir skulu haldast.

Veiðan kann ikki kastast fyri borð. Veiðan kann ikki seljast ella latast øðrum við vinningi fyri eyga. Og harumframt sigur Fiskimálaráðið, at hvørt ferðafólkið í mesta lagi kann fiska 20 kilo í rundari vekt.

Arbeiða við at orða kunngerð

Tey, sum fáa loyvi at reka ferðavinnufiskiskap, skulu senda Vørn fráboðan um veiðu í nøgd, býtt á fiskaslag. Gerast skal upp fyri hvønn túr, og tá skal eisini upplýsast um tal av ferðafólki á túrinum. Hesar fráboðanir skal Vørn hava "í minsta lagi eina ferð um mánaðin", sigur Fiskimálaráðið.

Tað eru bara einstaklingar og feløg, heimahoyrandi og skrásett í Føroyum sambært grein-6 og grein-7 í lógini um sjófeingi, sum kunnu fáa loyvi at reka ferðavinnufiskiskap.

Í útskrivaðu loyvunum upplýsir Fiskimálaráðið, at ráðið arbeiðir við at orða eina kunngerð í føroyskum sjógvi í samband við ferðavinnu.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. oktober
Við Tórði á túri á Morskranesi
100115
Mánadag 21. oktober
Norðurljóð 21. oktober 2019
99387
Sunnudag 20. oktober
Meg minnist: Egil Hoydal (1:2)
99927
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. oktober
Ræðsla í gomlum læknahúsum
100158
Mánadag 21. oktober
3-2
100128
Sunnudag 20. oktober
Andakt við Heðini Lamhauge
100075
Sunnudag 20. oktober
Heystguðstænasta í Eiðis kirkju
100076
Hósdag 17. oktober
Flaggsigling 2019 1:2
100020